— GESTAPÓ —
Sjúrður undir Vørðubrekku
Nýgræðingur.
Pistlingur - 2/12/05
Fuglakrím

Heilsumyndugleikar kring allan heim eygleiða í hesum døgum, hvussu fuglakrímið breiðir seg.

Sjúkan kann smitta menniskju, ið hava havt samband við flogfena smittaður við H5N1 virus. Heimsheilsustovnurin WHO ber ótta fyri, at sjúkuelvandi virusið ‘muterar’ (broytir arvaeginleikar), soleiðis at smittan verður borin millum menniskju.

Fuglakrím - hvat er tað?
Fuglakrím - ella 'avier influenza' - er smittandi virussjúka, ið rakar dýr, serliga flogfenað, og í summum førum eisini svín. Fuglakrímvirus er ógvuliga slagbundið, so tað bert smittar frá fugli til fugl, men í einstøkum førum er fuglakrím farið yvirum mark, og hevur smittað menniskju.

Fuglakrím hjá flogfenaði kann vera av einum veikari slagi, har sjúkueyðkennini eru fá, og fuglurin verður fjaðursárur og verpir minni. Hinvegin kann fuglakrím vera ógvuslig sjúka (há-patogen), sum breiðir seg skjótt millum flogfenað, og kann vera nærum 100% deyðilig eftir 48 tímum.

Beinkrímvirus - hvat er tað?
Beinkrímvirus hoyrir til familjuna av vira ið rópast Orthomyxoviridae. Tey verða flokkaði í tríggjar antigen bólkar: A, B og C.
Virus úr bólkunum A og B eru sjúkuelvandi fyri menniskju, og bert virus-bólkur A kann elva til pandemiskar sjúkur (heimfarssóttir).

Við beinkrím (influensu) verður sipað til serlig sjúkraeyðkenni orsaka av influensa A ella B virus.
Orðið krím hinvegin verður ofta brúkt brúkt tá talan er um hosta ella hálsilsku. Her kunnu orsøkirnar vera ymiskar.

Tað slagið av fuglakrímvirus, ið talan er um í hesum døgum, verður rópt H5N1. Tað eru 16 H-sløg (subtypes) og 9 N-sløg (subtypes) av influenzavirus A.
Bert virus av H5 og H7-slagi tykjast at vera herviligir sjúkuelvarir (há-patogen).

Influensavirus hevur uttast ein kappa av tveimum proteinum (eggjahvítaevnum): Haemagglutinin (H) og Neruraminidasu (N). H ger at virusið bindir seg til kyknur í mannakroppinum.
N er eitt enzym sum ger tað møguligt hjá virusinum at treingja ígjøgnum kyknuveggin, og at nýgjørd vira koma út úr aftur kyknuni, og harvið smitta aðrar kyknur.

Finst heilivágur fyri fuglakrím?
Trý sløg av heilivági fyri fuglakrím eru bíløgd í størri nøgd av apoteksverkinum av hava til at taka, um fuglakrímið fer at smitta millum menniskju og gerst ein heimfarssótt.

Hesi trý sløgini av heilivági eru oseltamivir (Tamiflu), zanamivir (Relenza) og amantadin.
Oseltamivir og zanamivir virka við at steðga virkanini av neuramidasu enzyminum, hesir heilivágirnir verða tí róptir neuramidasu inhibitorar.

Føroyar eru við í norðurlenskum samstarvi um at menna koppingarevni fyri fuglakrím, um sjúkan fer at smitta millum menniskju. Arbeitt verður við eini ætlan at framleiða koppingarevni
til norðurlenska marknaðin.

Søguliga gongdin
1 apríl 2005: Eitt nýtt slag av H5N1 virusi staðfest í flytifugli á Qinghai vatninum í Kina. Økið kring vatnið er fuglaland fyri flytifugl, sum ferðast suðureftir um veturin til suðureystur Asiu, Tibet og India.

2 Juli 2005: Kazakhstan: Sjúkan staðfest í Pavlodar landslutinum.

22 Juli 2005: Virus av slagnum H5N1 staðfest í flogfenaði í Sibiria – og breiðir seg vestureftir til Novosibirsk, Altai, Omsk, Tyumen og Kurgan.

1 August 2005: H5N1 virus staðfest í flogfenaði í Tibet (Lhasa).

11 August 2005: Í Mongolia verður H5-slagið av virusinum staðfest í villdunnum, gæs og svanum.

15 August 2005: Í Ruslandi er fuglakrím staðfest í flogfenaði í Ural-fjøllunum (Chelyabinsk).

16 September 2005: Í Indonesia doyr ein 37-ára gomul kvinna - hetta merkir at av teimum 117 sum higartil eru smittaði við fuglakrími, eru 64 deyð.

8 Oktober 2005: Fuglakrím staðfest í flogfenaði í Rumenia og Turkalandi. Bæði londini seta í verk tiltøk at fyribyrgja at sjúkan breiðir seg. Flogfenaður verður dripin, har virus er staðfest. Ikki er staðfest hvat slag av virus talan er um.

13 Oktober 2005: Í Turkalandi verður herviliga H5N1 slagið staðfest í hønum. Í Rumenia er staðfest at talan er um H5-slagið av virusinum, men onki bendir á, at talan er um H5N1.

18-21 Oktober 2005: H5-virusslagið staðfest í villfugli í Grikkalandi og Kroatia.

23 Oktober 2005: Í Bretlandi verður staðfest, at ein papageykur, sum var í karantenu, doyði av H5N1 virusinum.

12 Januar 2006: Í Turkalandi eru higartil staðfest 18 sjúkutilburðir av H5N1 fugkakrími hjá menniskjum. Av hesum er trý deyð, øll úr somu familju.

Granskingarstovninum MRC National Institute of Medical Research í London, hevur gjørt gen gen og antigen kanningar av virusinum funnið í deyðu børnunum í Turkalandi. Kanningarnar vísa, at talan er um H5N1 virus líkt tí sum varð staðfest í flytifugli í apríl mánaði í 2005 á Qinghai vatinum í Kina. Hildið verður, at bæði sløgini av heilivági oseltamavir (Tamiflu) og amantadin kunnu brúkast at viðgera sjúkuna við, men kanningar verða gjørdar, fyri at kanna mótstøðuførið hjá H5N1 móti hesum heilivágssløgum.

   (2 af 3)  
2/12/05 16:01

bauv

Svari eytt af leyniþjónustu Íslands.

2/12/05 16:01

Skabbi skrumari

Fáum bráðum Fuglakrím
flogfenaða leiði.
Lungnabólga, blóð og slím
brjálæði og deyði.

2/12/05 16:01

Don De Vito

Það er ekki möguleiki að ég nenni að lesa þetta, maður verður bara ringlaður.

2/12/05 17:00

Jóakim Aðalönd

Þessi fuglaflensa er stormur í vatnsglasi.

2/12/05 17:01

Skabbi skrumari

Sem er vissulega alvarlegt, hvernig á maður að geta drukkið úr glasinu ef það er stormur í því... [hugsar með skelfingu til þess ef það kæmi stormur í Ákavítisglösin]

2/12/05 17:02

Sverfill Bergmann

Sjúrður, vertu velkominn...

2/12/05 18:00

Herbjörn Hafralóns

Þessi fuglaflensa er háalvarlegt mál og hún á örugglega eftir að koma bæði til Færeyja og Íslands í vor.

2/12/05 18:02

dordingull

Hoyrdu teir flytifuglar
eitt stjörnuglóvandi kvöld,
reisist stormur av langtan
hjá monnum í bundnari öld.
Ferðast skjótir sem fuglar,
eiga hin víða heim!
Kundi so stór ein eydna
eiga hin víða heim!
nakrantíð unnast teim.

Karsten Hoydal.

Sjúrður undir Vørðubrekku:
  • Fæðing hér: 9/2/06 11:10
  • Síðast á ferli: 24/2/06 14:43
  • Innlegg: 0
Eðli:
Umleiðis hálvtrýss byrðar av hoyggji eru innkomin, og fimtán vænta. Nógv vatn er runnið í ánna síðan síðst, og tað var eisini meiningin! Eg vil gera tað stutt: Hagin fyri Norðan á Kunoynni hevur fingið ein veðr av besta slag!
Fræðasvið:
Eg eri mestanpart seyðamaður men eisini rekamaður og grindafangari.
Æviágrip:
Eg eri við at verða ein gamal maður. Eg bleiv borin í heim í Føroya vakrastu bygd, Klaksvík. Áðrenn meg høvdu foreldur míni fingið 2 onnur, ein drong og eina gentu. Vit vuksu upp í einum menniskjaligum umhvørvi uppi á Garðavegnum; her eru bara stórir menn og stórar kvinnur!!! Hetta var eitt gott stað at vaksa til. Nábúgvin, Tummas Knút, ráddi mær til at fáa hønir, og hetta hjálpti beinanvegin!